Tað er tað, ein situr eftir við, eftir vitjan á Blue Fashion Callenge framsýningini, ið er á mentanarhúsinum í Klaksvík í løtuni.
Hendan framsýningin verður bert sýnd fram í Klaksvík á føroyaferðini. Tað er Norðurlendsk samstarvsfelagsskapurin NORA, ið er vertur við framsýningini.
Ásmundur Guðjónsson frá Nora sigur, at tey hava verið á Malta og sýnt fram, síðani á Copenhagen Fashion Week, har millum aðrar borgarstjórin í Keypmannahavn vitjaði. Av Klaksvík verður farið til Íslands á Kjalvastaðir í Reykjavík í mars og hagani til Malmø seinast í mai.
Arbeitt verður eisini við eini vitjan í Rom um miðjan Juli.
Tað sum er so fangandi og á framsýningini í Mentanarhúsinum í Klaksvík er, at tú sært og kanst taka og føla uppá alt tilfarið úr havinum, ið er nýtt til flottu designaraklæðini, ið varða framsýnd.
Serliga skræðan fangaði í hvussu so er mín áhuga. Hetta var garvað skræða av fiski, ið var til gjørd á einum garvaríið í Íslandi. Tað, sum tók meg á bóli var, at skræðan var fjálg og mjúk sum silki. Eg havi altíð hildið, tá eg havi sæð klæði úr fiskaskræðu á framsýningum, at skræðan átti kanska at vera stív og køld. Men soleiðis er ikki tilfellið her. Skræðupettini, ið vit kundu taka upp í hondina, vóru sera mjúk og fjálk, og harafturat var tilfarið ikki so tunt, sum eg hevði ímyndað mær.
Ásmundur Guðjónsson greiddi mær frá, at vit í Føroyum eru komin sera stutt, at nýta hetta tilfarið. Íslendingar eru komnir longur enn vit, men teir halda kortini tætt at lívinum. Tá vit hava fingið hesa skræðuna garvaði í Íslandi, so høvdu vit áhuga í at fáa at vita, hvussu teir fingu skræðuna so bleyta eftir garvingina, men tað uppskriftina vildu teir ikki geva víðari, kanska sjálvandi, segði Ásmundur Guðjónsson. Hann segði eisini, at Alfred Olsen frá Samherja selur eitt sindur av skræðu til Canada og vit dyrka eisini nakað av tara. Men tað er líka sum at vit mangla at føroyingar byrja at hugsa um hesa vinnuna eisini, men sjálvandi, tað er kapitalur, ið skal til, um vit skulu koma nakran veg. Hinvegin hevði tað gjørt okkara fiskivinnu burðardyggari, um vit høvdu virkir á landi, ið kundu hagreitt skræðu og aðrar úrdráttir úr sjónum.
Afturat upplivingini um havtilfeingið í klædnaídnaðinum fæst ein serstøk uppliving við myndunum hjá heimskenda myndamanninum Tommy Ton.
Norðlýsið hevði myndtólið við á vitjanini, so her ber til at síggja hvat vit hava í vænti, um tit vitja framsýningina, ið absolutt eigur at verða eitt “must” hjá øllum, ið fáast við pløgg, tað verið seg seyming binding ella í øðrum høpi. Ikki minst fáa íverksetarar góð hugskot við at vitja framsýningina, sum bert er opin hesa vikuna.
Her nakrar myndir:
































