Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ótrúligu potidamurnar

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Í morgun, triðja jóladag stóðu tær aftur har, innanfyri bilhurðina á “Krivjing”, men fyri opnari hurð, væl bjálvaðar, men fryntligar og effektivar sum altíð.

Í køldu hølunum tær arbeiða í, hava tær havt yvirskot til eisini at pynta eitt sera forvitnisligt og sigandi jólatræ av munnbindum ella “grýmum” um tú vilt.

Um so bíðirøðin er stutt ella long, so ger tað tað sama, tí kviku hendurnar í kalda potirúminum úti á kajuni megna ótrúliga skjótt at avgreiða okkum.

Ein hjartalig tøkk frá okkum til tær og Klaksvíkar sjúkrahús.