Leygardagin 3. novembur fyllir Otto Joensen 90 ár
Leygardagin 3. novembur fyllir pápi okkara 90 ár. Pápi er uppvaksin á Vágsheygnum, sonur Armgaard og Dávur úr Gerðum, næstyngstur av 10 syskjum, tey vóru Kalla, Òli, Emma, Jóannes, Maria, Hans Jacob, John William, Assa, Otto, og Levi, av teimum eru bara Otto og Levi eftir.
Har var stuttligt at vaksa upp, saman við so nógvum systkjum, og nógv var at gera við kriatúrum og øðrum. Børnini vóru øll við í arbeiði uttanfyri, at passa neyt og seyð, grísar og revar, hetta var eisini strævið, men nógvar stuttligar løtur at minnast aftur á, ikki minst í hoyggingini, tá øll familjan var saman í bønum. Um hetta mundi vóru sera nógv børn á Vágsheygnum, í fleiri húsum vóru bæði 8, 9, 10 og 11 børn, so lívligt hevur tað verið, og í kjallaranum hjá Dáva har spældu tey nógv.
Tíðliga sást á Otto at hann vísti áhuga í øllum tí, teir gomlu tosaðu um, serliga var tað um fisk , ýtir og góð mið. Hetta var jú alt tað, ein mátti vita, um hann vildi fiska væl.
Hann byrjaði tíðliga, og hugurin var góður at dyrgja og fara á flot saman við beiggjunum og pápa sínum. Síðani byrjaði hann sjálvur við Kallanes, har hann altíð hevði góðar menn við sær. Hetta vóru menn, ið hann arbeiddi saman við í smiðjuni, og aðrir. Àhugaðin var stórur at finna nýggj mið at royna, og óførur var hann at skriva niður: dagfesting, manning, fong og streymviðurskifti. Hetta gjørdi hann alla sína tíð. Hetta bleiv stórt tilfar, sum seinni bleiv til miðabókina Søgusmettan.
14 ára gamal fór hann í læru í smiðjuni, sum pápin og Kjølbro áttu saman. Hetta gjørdist lívsstarv hansara. Væl dámdi honum at læra, og liðugur við lærutíðina fór hann víðari til motorpassara og maskinist. Í hesum árunum var hann eisini onkran túrin í Grønlandi. Sum 19 ára gamal var hann maskinmaður umborð á Skálanesi. Á veg heim, staddir á Kappanum í ódnarveðri brotnar eitt tannhjul, mestsum allar tennirnar fóru. Hann hevði tikið sveisigreiðirnar við, og fór hann í gongd við at umvæla tannhjulið saman við Andrias Sundskarð. Skipið lá við ongum motori í , meðan teir arbeiddu uppá at gera nýggjar tenn til tannhjulið. 16 tímar seinni varð motorurin samlaður og teir kundu halda áfram at sigla heim.
Tá ið teir løgdu at í Klaksvík, kom Símin Andreasen (Símin hjá Hildu) ímóti honum, og helt fyri: ”Otto, nú hevur tú gjørt títt fyrsta roysni!” Símin var tá formaður í Sóknarstýrinum.
Áðrenn pápi bleiv smiðjumeistari tók hann mong ymisk skeið, bæði her og uttanlanda, og alla tíðina helt hann tíðarrit og fylgdi væl við í øllum, sum kom fram innan fakið. Hetta kom øllum teimum til góða, sum hann arbeiddi saman við.
Ongan son átti hann, men nógvar lærlingar, sum hann var góður við – heili hundrað í tali. Hann hevur altíð dámt væl at læra frá sær. Tað var tí eisini gott, at hann seinni fekk tíggju ár á Tekniska Skúla.
Tekniski Skúli var eisini hansara hjartabarn. Tá ið stríðið stóð, um Tekniski Skúli skuldi vera í Klaksvík, ella bara í Havn, stríddist hann av øllum alvi, fyri at fáa skúlan til Klaksvíkar, og var enntá niðri í Danmark í ministeriinum saman við øðrum í hesum ørindum.
Í 1956 bleiv hann limur í Sóknarstýrinum, 28 ára gamal. Í 1962-63 var hann borgarstjóri í Klaksvík. Hetta var mitt í eini setu, og til endan av setuni. Hann var tá 34 ára gamal, og samstundis smiðjumeistari – í eini tíð, tá ið sera nógv arbeiði fór fram, bæði í smiðjuni og í kommununi.
Tann stóra skúlabyggingin fór fram tá, Christianskirkjan bleiv bygd og eisini onnur stórmál vóru á skránni. Hetta var ein sera spennandi tíð hjá honum at vera við í. Nógv nýggj skip komu til bygdina, har hann bæði helt røður og klipti snórar.
Tað, sum vit minnast sum nakað heilt serligt, var dagurin, tá ið Christianskirkjan varð vígd í 1963. Fríðrikur kongur við prinsessum vitjaðu. Hátíðarlig var løtan, tá ið Dannebrog legði at og pápi helt røðu fyri kongi og prinsessum, og eisini tá ið fylgið kom heim í kirkjutúnið, og vit sum smágentur kundu standa við hegnið omanfyri kirkjuna og eygleiða pápa saman við kongafylgi og øðrum. Hetta var eisini dagurin, har hann fekk riddarakross.
Alt tað sum pápi hevur fingist við, hevur hann gjørt við heilum huga. Tað sæst eisini á urtagarðinum, sum hann hevur røktað væl til henda dag. Tað hevur verið ein stór gleði fyri hann at arbeitt við blómum, runnum, rabarbum og ikki minst stóra ahorntrænum, sum hann plantaði fyri nærum 60 árum síðani.
Sjálvt um pápi var sera upptikin í okkara uppvøkstri, so dámdi honum væl at hjálpa okkum við onkrum roknistykki – og eisini um tað var onkur stílur, kundi hann koma við góðum íblástri.
Góði pápi, vit eru errin av tær og øllum tí, sum tú hevur avrikað, tað er ikki lítið. Eisini eru vit takksom fyri tað fyridømi, sum tú hevur verið fyri okkum.
Sum tú altíð hevur sagt, hevur tú havt eina góða konu í mammu okkara, sum altíð hevur stuðlað tær og staðið tær við lið í øllum lívsins viðurskiftum.
Sum vit hava sæð, so er tað gudstrúgvin, sum hevur ávirkað alt títt lív. At alt verður lagt í Harrans hendur, og er okkurt áfatt, so er at fara í bøn til Harran um hjálp í góðum treysti um, at Hann fer at laga tað alt til tað besta.
Hjartaliga tillukku við 90 ára degnum. Vit ynskja tær og mammu eitt blítt lívskvøld.
Heilsan Lydia og Lena við familjum




