Áhugaverd greining av virkseminum hjá íslendska felagnum Samherja var í Kringvarpi Føroya eftir Dag og Viku týskvøldið 9. mars í dokumentarsendingini “Teir ómettiligu”. Eftir gjølla gjøgnumgongd av virkseminum og teimum persónum, ið mynda felagið í Íslandi, kom sjóneykan á føroyska advokatin, ið var nevndarformaður fyri ikki færri enn 9 feløgum hjá samtakinum.
Eftir sendingina sat hyggjarin eftir við tí fatan, at ein og hvør kundi verið nevndarformaður, tí ábyrgdin var so at siga eingin. Men um hugt verður eftir løgtingslóg nr. 73 frá 31. mai 2011 um parta- og smápartafeløg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 44 frá 26. apríl, stendur í §115 um uppgávurnar hjá nevndini í einum parta- ella smápartafelag soleiðs:
§ 115. Í kapitalfeløgum (tað eru parta- og smápartafeløg), sum hava eina nevnd, skal nevndin, umframt at røkja yvirskipaðu og strategisku leiðsluna og at tryggja eina fullgóða skipan av virksemi kapitalfelagsins, ansa eftir, at 1) bókførslan og roknskaparframløgan fer fram á ein hátt, sum eftir viðurskiftum kapitalfelagsins er nøktandi, 2) skipaðar eru neyðugu mannagongdirnar fyri váðastýring og innanhýsis eftirliti, 3) eftirlitsráðið áhaldandi fær neyðugu frágreiðingarnar um fíggjarligu viðurskifti kapitalfelagsins, 4) stjórnin útinnur uppgávur sínar á ein hóskandi hátt og eftir leiðreglum nevndarinnar, og at 5) kapitaltilbúgving kapitalfelagsins til eina og hvørja tíð er fullgóð, heruppií at nóg mikið av gjaldføri er til at nøkta verandi og komandi skyldur kapitalfelagsins, so hvørt sum tær fella til gjaldingar, og nevndin hevur sostatt til eina og hvørja tíðskyldu til at meta um fíggjarligu støðuna og tryggja, at verandi kapitaltilbúgving er fullgóð.
Ein skjót gjøgnumgongd av lógarverkinum vísur eina heilt aðra mynd, enn advoktaturin royndi at fáa fram í sendingini um íslendsku fyritøkuna.
Tað, sum eisini er áhugavert, er, at í yvirlitinum av historikkinum sæst, at Bjørn á Heygum hevur verið stjóri í felagnum “Tindhólmur” frá 2008 til 2015 – nakað, ið ongantíð varð nevnt í sendingini. Hyggur ein síðani eftir í hvussu nógvum nevndum advokaturin er formaður ella nevndarlimur í, so eru tað ikki færri enn 17 nevndir, umframt at hann er stjóri ella eigari av øðrum fyritøkum (sí mynd niðanfyri).
Kortini førir advokaturin fram, at hann visti av ongum um virksemið hjá felagnum í sambandi við Samherja og Namibia. Og at tær fimm túsund krónurnar í mánaðarligari samsýning fyri at hava ein einstakan fund um árið var alt ov lítið til at tosast kundi um “at verða keyptur”.
Vit standa spyrjandi. Kann ein nevndarformaður og fyrrverandi stjóri í eini fyritøku bara siga, at hann var óvitandi um tað, sum fyritøkan tókst við, og harvið vera fyriuttan ábyrgd? Hevur ein nevndarformaður ikki skyldu til at halda í teymunum leiðsluni og harvið á fyritøkuni, hann er nevndarformaður fyri?
Her skal als ikki takast støða til skuldarspurningin, bert at tað var margháttligt at hoyra ein advokat greiða frá, at ein nevndarformaður kann vera óvitandi um virksemi í síni fyritøku og harvið spæla fríspæl, tá fyritøkan kemur í andglettin.




