Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Páll A. Klettskarð byrjar inni

Jákup Ósá

Óvæntað navn í KÍ-uppstillingini í kvøld.

Páll A. Klettskarð, sum hevur skorað næstflest mál í søguni hjá KÍ, kom aftur til KÍ stutt áðrenn summarsteðgin. 2019 hevur verið merkt av skaðum hjá honum í Italia og higartil hevur leiktíðin í KÍ ikki verið tann stóra. Tí er heldur óvæntað, at Páll byrjar inni í kvøld, tá KÍ spælir trupla útidystin í Sveis. Mikkjal K. Thomassen, høvuðsvenjari, váttaði á middegi fyri FM1, at hann hevði gjørt nakrar taktiskar tillagingar m.a. vegna fysisku styrkina hjá Luzern sum m.a. merkti, at Páll A. Klettskarð byrjaði inni. Enn kenna vit tó ikki restina av KÍ-uppstillingini.

 

Dysturin byrjar kl. 19.15.