Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Páll A. Klettskarð elskar stóru dystirnar

Jákup Ósá

Páll A. Klettskarð skoraði tvey mál og kann blíva leikarin, sum í ár skorar flest mál í topp 5 dystum.

 

Hetta vóru mál nummar 4 og 5 hjá Páll í topp 5 dystum og hann er nú millum teir fýra leikararnar við flest málum í topp 5 dystum. KÍ hevur enn tveir dystir eftir móti topp 5 liðum, á útivølli móti HB og Víkingi. Í 2019 var tað Páll, sum avgjørdi nógvar av dystunum í endaspurtinum, so hetta er ikki óvanligt fyri álopsleikaran, sum er mest skorandi í KÍ-søguni. 

 

Toppskjútti í topp 5 dystum:
1. Bob Sumareh (KÍ) og Andreas L. Olsen (Víkingur) 6
3. Mikkel Dahl (HB) og Páll A. Klettskarð 5