Summi hava kanska lagt merkis til, at ein lítið og einki hevur hoyrt til, hvussu gingist hevur hjá Páll A. Klettskarð í italskum fótbólti síðstu vikurnar.
Páll A. Klettskarð spælir við US Breno í 5. bestu deildini í Italia. Har hevur hann eisini skorað okkurt mál, men síðstu vikurnar hevur hann ikki verið í hópinum. Orsøkin er ein skaði sum ger, at hann heldur ikki spælir komandi vikurnar.
– Ja, eg havi havt trupulleikar við knænum í seinastuni. Tað byrjaði heilt afturi í februar, men nú eru tað áleið fimm vikur síðani, at eg mátti steðga fyri pínu. Eg havi eina bruna í knænum, sum eg ikki sleppi av við. Eg vænti, at tað ganga minst tvær-tríggjar vikur, áðrenn eg spæli aftur, sigur Páll A. Klettskarð við Norðlýsið. Breno skal komandi vikurnar spæla endaspæl um uppflyting til 4. bestu deildina.


