Álopsleikarin hjá KÍ skoraði í gjár sítt mál nr. 119.
Kurt Mørkøre hevur við 125 málum skorað flest mál í bestu deildini fyri KÍ. Páll A. Klettskarð á 2. plássi hevur nú skorað 119 mál. Sostatt manglar hann sjey mál fyri at taka oddasessin einsamallur. 9 dystir eru eftir í Betri Deildini hjá KÍ.
1. Kurt Mørkøre 125 mál
2. Páll A. Klettskarð 119 mál
3. Hjalgrím Elttør 80 mál
4. Jóannes Bjartalíð 72 mál
5. Heðin á Lakjuni 63 mál
6. Steinbjørn Jacobsen 55 mál
7. Olgar Danielsen 53 mál
8. Olvheðin Jacobsen 38 mál
9. Rógvi Jacobsen 37 mál
10. John Sigurð Joensen 36 mál


