Leikarin sum hevur skorað flest mál í føroyskum fótbólti síðstu árini fekk hesaferð møguleikan at koma á A-landsliðið.
Dimma.fo skrivaði fyrst um tíðindini í gjárkvøldið og í dag váttaði Håkan Ericson tað fyri Televarpinum. Páll A. Klettskarð fekk landsliðsboð í gjárkvøldið, men 34 ára gamli toppskjúttin valdi at takka nei til landsliðið hesaferð.
Sostatt skuldi kjakið um Páll og A-landsliðið verið liðugt so leingi sum Håkan Ericson verður landsliðsvenjari.
Jóannes K. Danielsen, René S. Joensen og Pætur Petersen vóru í landsliðshópinum til Baltic Cup.




