Tað var ivamál hvør fekk síðsta málið í dag, men dómaraseðilin sigur, at tað var Páll A. Klettskarð, sum sostatt tók metið í KÍ.
Tá KÍ skoraði til 5-0, so var ivamál, um bólturin var innanfyri, tá Jonn Johannessen skallaði móti málinum, har Páll A. Klettskarð síðani skoraði, tá bólturin kom út aftur. Men sambært dómaraseðlanum, so var tað Páll A. Klettskarð, sum skoraði málið.
Tað merkir, at søga bleiv skrivað, tí hetta málini í dag vóru nummar 125 og 126 hjá Páll A. Klettskarð, sum sostatt fór framum Kurt Mørkøre, sum skoraði 125 mál fyri KÍ.
Norðlýsið ynskir Páll til lukku við metinum.




