Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll bóndi og hirði

Dávur Winther Myndir: Dávur Winther

Sum 22 ára gamal fór Páll Øregaard, ættaður úr Klaksvík, í 1981 til Hirtshals at sigla við nótabáti. Har sigldi hann fram til 1990, tá ið hann fór við skipi hjá Polar Seafood.Nógv tey seinnu árini hevur hann siglt við Polar Princess sum flakaformaður.

Páll hevur hesi 33 árini búð í Hirtshals, Århus og Randers. Men fyri einum ári síðan, keypti hann saman við konu síni, Charlotte ein frægari bóndagarð norðanfyri Ålborg. Rúmligu sethúsini eru sett í góðan stand, eins og størsti parturin av løðuni eisini er.

Í løðuni er eisini ein stór íbúð, men er størsti partur innrættaður sum hestastallur til eini 12 hestar. Eisini er ein stór tvørløða er innrættað sum ein innandura ríðihøll.

Konan, sum er útbúgvin psykoterapeutur og familjuráðgevi, gongur nógv uppí garðin og hestarnar, tey hava. Eisini hava tey børn og ungdómar í pleygu, sum onkursvegna ikki hava fingið eina góða byrjan uppá lívið. Rúmligu karmarnir og friðarliga staðið úti á landinum, skapa bestu gróðrarlíkindi hjá hesum ungdómum at koma fyri seg og at trívast, sum tey so eisini gera.

Hóast Páll siglir eina mestu uppi við Grønlands strendur, so kann sigast, at hann eisini trívist sum bóndi og uppalari í kærkomnu frítíðini, nú hann hevur siglt viðPolar Seafoodí skjótt fjórðings øld.

Jú, stuttligt var at vitja henda fyrikomandi og skemtiliga mannin, sum í reiðarínum er vorðin ein “tungur drongur”, ið lurtað verður eftir, tí hann hevur nógvar royndir og er hollur í ráðum. Í august komandi ár kann Páll Øregaard hátíðarhalda sín 25 ára starvsdag hjáPolar Seafood. Ja, hetta er fjórði Polar Princess, sum Páll hevur siglt við hjá reiðarínum,Polar Seafood.

Páll tekur lívið álvarsamt, men ikki seg sjálvan. Hann dugir at seta alt og øll umkring seg í eitt skemtiligt ljós. Av somu orsøk dugir hann sera væl at handfara tær manningar, hann er formaður fyri og arbeiðið á flakaverksmiðjuni umborð gongur sum eftir ánni.

Sama er við teimum ungdómum, hann og konan royna at skapa eitt lættari og ríkari lív fyri á hesum snotiliga garði norðanfyri Ålborg.