Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Páll Brim – konsert í Klaksvík

Jóhann Lützen

Mikukvøldið 21.juni verður forkunnug konsert við Páll Brim og hansara bólki.

 

 

 

 

Konsertin, sum er í samstarv við Summartónar 2023, verður á Skúlatrøð í Klaksvík, kl.20.

 

Atgongumerki á 100 kr. verða til keyps við dyrnar.

 

Páll Brim hevur verið virkin innanfyri tónleik frá heilt ungum aldri. Tað var tó fyrst saman við bólkinum Danny & The Veetos í 2013 at Páll byrjaði at skriva egin løg. Í 2020 gav hann sína fyrstu solo EP út: ‘Starting Over’. Í 2021 sang hann nýggja sangin hjá Steintór Rasmussen ‘Góð Góð Góð’ og í 2022 gav hann út staklagið ‘Void of my Soul’. Allir sangirnir hava verið nógv at hoyra í føroyska útvarpinum. Sangirnir hjá Páll kunnu best lýsast sum ein blanding av John Denver & Fountains of Wayne.

 

Páll Brim (sang, akustiskan gittar)

Brynjar Olsen (elektriskan gittar, kór)

Jón Eliassen (tangentar, kór)

Búi Højgaard (bass, kór)

Harald Fonsdal (trummir)

 

SUMMARTÓNAR / VARPIÐ