Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Páll er aftur í KÍ

Jákup Ósá

29 ára gamli Páll A. Klettskarð vendur aftur til KÍ at spæla.

Hann hevur síðstu mánaðirnar roynt seg í italskum fótbólti, har hann við Breno flutti upp í Seriu D. Hann hevur í 2019 verið nakað darvaður av skaðum, men hevur verið tøkur síðstu vikurnar.

Páll hevur gjørt sáttmála við KÍ fyri restina av hesum kappingarárinum. Páll má sigast at vera ein KÍ-legenda, tí hann hevur við 105 málum skorað næstflest mál í søguni hjá KÍ. Hann manglar 16 mál í til at blíva leikarin, sum hevur skorað flest mál fyri felagið.

Páll var í fjør tann leikarin hjá KÍ, sum hevði flest málstig, tá hann skoraði 9 mál og legði upp til 10 mál. Bara tríggir leikarar høvdu fleiri málstig í deildini.

KÍ spælir leygarkvøldið á jóansøku móti TB ein týdningarmiklan dyst. Gongst eftir ætlan, so verður Páll í hópinum til tann dystin, boðar KÍ frá í kvøld.