Páll Fangi var nummar trý eina góða løtu, men sum vanligt tók hann hinar bátarnar ávegnum inneftir móti málinum.
Fyrsta partin var Gongurólvur fremst, síðani Rádni, men seinasta partin av róðrinum var Páll Fangi fremstur og hann vann við einari bátslongd. Sostatt hevur Páll Fangi vunnið allar róðrarnar í ár undan ólavsøkuróðrinum.
Úrslitið á vestanstevnu:
1. Páll Fangi 4.58.36
2. Rádni 5.00.48
3. Gongurólvur 5.05.23


