Tað verður feitt á ársins Norð Festivali, tá Páll Finnur Páll og Adrenaline hvør í sínum lagi fara at seta fjøldina á kók leygardagin 26. aug. á Viðareiði.
Kom við og ger títt, tí vit fara í øllum førum at gera okkara til, at hetta verður ein av mongu stóru løtunum á allarhelst heimsins vakrasta festivali.
Keyp tíni atgongumerki nú og spar pening: https://www.atgongumerki.fo/2120932/nord-festivalurin-2023
Tað er framanundan greitt, at Blátt Gras, Anfinn Nielsen, Tinganest, Marius DC, Magni Christiansen, Danny Baldurssson, Grandma´s Basement, Jens Marni Hansen og Sámal Ravnsfjall, Halleluja Sofus, Maria R. á Heygum og Bjarki Hansen eisini eru millum nøvnini á Norð Festivalinum 2023.
Vit síggjast á Viðareiði 26. aug.



