Trettan eitur seinna staklagið, sum Páll Finnur Páll hevur givið út í summar
Páll Finnur Páll eru aftur farnir til verka.
Bólkurin brúkti eitt vikuskifti í apríl at taka upp nýtt tilfar, sum síðani varð sent til ljóðblandingar hjá Theodor Kapnas í Studio Bloch.
Fyrra lagið, Hide, kom út fyri nøkrum vikum síðani. Seinna lagið, ið nevnist Trettan, er nú eisini tøkt:
https://www.youtube.com/watch?v=lN9XLTN7kx8&feature=youtu.be
Páll Finnur Páll plaga at spæla nógvar konsertir um summarið. So verður ikki í ár. Limirnir halda summarfrí í ár. Einasta konsert verður á Summarfestivalinum. Ætlanin er at frumframføra bæði løgini tá.



