Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Páll hevur skorað 198 mál fyri KÍ í bestu deildini

Jákup Ósá

Páll A. Klettskarð setur met hvørjaferð hann spælir og skorar fyri KÍ.

Okkum vitandi er hann leikarin, sum hevur spælt flestar dystir í bestu deildini fyri KÍ. Hann hevur spælt 327 dystir. Og sunnudagin skoraði hann mál nummar 198 fyri KÍ í bestu deildini. Hann skoraði sjey mál fyri Víking og hevur sostatt skorað tilsamans 205 mál. Tað er næstmest av øllum í føroyskum fótbólti, tí bara Klæmint A. Olsen við 239 hevur skorað fleiri.

 

Kelda: FaroeSoccer

Harleywoodpaint