Páll A. Klettskarð spælir helst sín fyrsta dyst í italskum fótbólti sunnudagin.
Spæliloyvið hjá klaksvíkinginum er nú komið uppá pláss, tí Páll er í dystarhópinum til dystin hjá Breno sunnudagin.
Breno, sum liggur á 3. plássi í deildini, spælir á heimavølli móti Grumellese, sum liggur á 8. plássi.


