Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Páll Klettskarð vitjaði ommu sína

Jóhann Lützen

Páll var hjá ommu síni í Haraldsundi við FM steypinum og løgmanssteypinum

 

FM steypið ferðast í Norðoyggjum hesa tíðina. FM sigurin, sum vit her á Norðlýsinum siga er tann næstflottasti nakrantíð, skal hátíðarhaldast og KÍ leikararnir eru óførir at bera steypið runt, so allir KÍ fjepparar sleppa at síggja og merkja FM steypið. 

Nakrir leikarar hava vitjað sínar abbar og Páll Klettskarð fór til ommu sína, Edith Klettskarð, í Haraldsundi við FM steypinum. Tað serliga hesaferð er at KÍ vann løgmanssteypið fríggjakvøldið, so tað eru tvey steyp á ferð. 

Og sum hugnaliga myndin vísir, so tók Páll alt KÍ liðið við at vitja ommu sína.