Páll A. Klettskarð kom á máltalvuna í Italia í dag.
Páll A. Klettskarð hevur annars havt tað trupult í Breno síðstu tíðina, tí hann hevur regluliga byrjað á bonkinum. Men í dag kom hann inn og skoraði útjavnandi málið á útivølli móti San Lazarro. Breno er á 3. plássi í kappingini og hevur framvegis góðan møguleika at sleppa við at spæla um uppflyting.
Hetta er næsta málið, sum Páll skorar í Italia.


