Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Páll var í hopla móti B68

Jákup Ósá

Stórsigur til KÍ í dagsins venjingardysti.

KÍ vann 5-0 móti B68 í dagsins venjingardysti. Talan var um fyrsta dystin hjá norska Ivar S. Rønning, sum í sínum hálvleiki skoraði og legði upp og var hann skarpari, so hevði hann skorað tvey mál afturat. Stóri leikarin hjá KÍ var Páll A. Klettskarð, sum var við í øllum fimm málunum hjá KÍ. Bæði liðini manglaði fleiri leikarar.

 

KÍ-B68 5-0 (4-0)

1-0: Ivar S. Rønning

2-0: Páll A. Klettskarð (Upplegg: Boris Dosljak)

3-0: Árni Frederiksberg (Upplegg: Páll A. Klettskarð)

4-0: Páll A. Klettskarð (Upplegg: Ivar S. Rønning)

5-0: Páll A. Klettskarð (Upplegg: Árni Frederiksberg)

KÍ (4-3-3): Kristian Joensen – Dávid Langgaard, Børge Petersen, Jesper Brinck, Daniel Bjørkman – Claes Kronberg, Boris Dosljak, Ivar S. Rønning – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Jonn Johannessen. Í hálvleikinum og í seinna hálvleiki vóru fleiri útskiftingar hjá báðum liðum.