Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Pappírsklipp

Jóhann Lützen

Her er ein heilsan úr Føroyum til Kim Larsen á 75 ára degnum.

Tvær sangrøddir úr Klaksvík, Danny og Asta, syngja Pappírsklipp eftir kenda danska tjóðarskjaldið Kim Larsen, ið varð borin í heim 23. oktober  1945.  Sangurin var fyrstu ferð at hoyra á plátuni Midt Om Natten og á filminum við sama heiti frá 1983.

Steintór Rasmussen hevur týdd sangin. Tónleikin hava Magni Husgaard og Erik Biskopstø framleitt og innspælt.

Hoyr sangin her.