Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Paralympisku leikirnir verða settir

Jóhann Lützen

Í morgin 24. august verða Paralympisku leikirnir Tokyo2020 settir

Setaninarhátiðin byrjar kl 12 føroyska tíð, og tað er Hávard Vatnhamar ið skal bera Merkið inn á Olympiska leikvøllin í Tokyo. 
 
Hóast setanin verður uttan áskoðarar verður nógv gjørt burturúr, bæði við undirhaldi og tí meir formella. 
 
Fyri at fáa ein serligan føroyskan dám á setanina hevur Parasport Føroyar fingið Shisa Brand, ið er føroyskt bindimerki, við serligum tilknýti til Japan, at sniðgeva og binda ein vest, til føroyska toymið. Vesturin er bundin úr 100% føroyskari ull og hevur eyðkent Shisa Brand bordamynstur.

Hávard Vatnhamar er einasta Føroyska umboðið í leikunum í Tokyo, og skal kappast í maraton (klassa T46) 5. septembur kl 0650 lokala tíð (hetta er 4. septembur kl 2250 føroyska tíð)

DR2 sendir setanina beinleiðis frá kl 1145 føroyska tíð.