Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Parkingspláss til málini

Jóhann Lützen

Tað er stórt byggivirksemið kring vøllin. Bláa skýlið skal gerast, vøllurin verður eftir ætlan skiftur í summar og nú verður gjørt eitt parkeringspláss til øll tey smærru málini

Tey sum hava sína dagligu gongd á plenuni vita hvussu keðiligar umstøðurnar hava verið í mun til at fáa tey smærru málini inn og út av vøllinum. 

Hetta verður nú broytt.

Sum myndin vísir eru menn frá kommununi í gongd við at gera eitt sokallað parkeringspláss til málini suður úr vøllinum. Hetta fer at lætta munandi um venjingarnar. 

Vit hava verið von við at sæð mál slongd út um bandarnar her og har. Hetta hevur eisini brotið mangt eitt málið gjøgnum tíðirnar.