Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Parkinsonfelagið við nýggjari heimasíðu

John William Joensen

Parkinsonfelagið hevur saman við Qodio ment eina nýggja heimasíðu. Á heimasíðuni eru tíðindi frá felagnum og kunning um sjúkuna.

Parkinsonfelagið arbeiðir fyri: 

– at  betra viðurskiftini hjá Parkinsonsjúklingum og teirra avvarðandi við

– at stuðla teimun í felag og einsæris

– at veita upplýsing um sjúkuna, soleiðis at læknar og almenningurin fær innlit í viðurskiftini hjá sjúklingnum

– at veita stuðul til gransking av Parkinsonsjúkuni

– at luttaka í norðurlenskum og altjóða samstarvi

 

Á heimasíðuni hava vit eisini leikjur til ymiskt áhugavert tilfar og tíðindi um parkinson úr grannalondunum.

Eisini er filmar sum serliga venda sær til børn og avvarandi hjá fólki sum hava parkinson at finna á síðuni.

Parkinsonfelagið hevur umleið 150 limir og 120 føroyingar hava parkinson. Alt arbeiði í felagnum verður gjørt sjálvboðið og virksemið hjá felagnum verður fíggja við limagjaldi og stuðli.

Parkinson felagið hevur ein grunn, sum stuðlar gransking innan parkinson og eisini stuðlar heilsustarvsfólki, sum ynskja at útbúgva seg innan parkinson.

Heimasíða felagsins: www.parkinson.fo