Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Partur 2: Tað vóru nøkur skríggj í bilinum – og so var tøgn!

Birgir Waag Høgnesen

Birgir Waag Høgnesen skrivar í Norðlysinum í dag. Hetta er framhalda av greininin í seinasta blað.

Her fáa tit ein brellbita av greinini í dag

Bilurin var fullur av fólki, fullur bilførari og við fullari fer koyrdi hann nú úr býnum og norður á Grønaból. Ferðin var helst ikki undir 120 km/t. Vit óraðu einki ófrættakent, tíansheldur kendu vit okkara framtíð. Alt var bara reinur ørskapur, skuldi tað vísa seg

 

Sansaðu einki

Vit fóru nú við ferð gjøgnum seinna tunnilin, mestsum sveimandi oman á betongbreytini – eingi fyrilit vóru tikin, hvørki til ferð ella ferðafólk. Nú var tørnið komið til ‚Livin‘ Next Door To Alice‘ og bæði ferðafólkini og førarin sungu sum ver man við.

Nú útvið 43 ár seinni kann tað tykjast undarligt, at eingin í bilinum gjørdi føraran varugan við, at hendan koyringin fyrr ella seinni kundi enda galið.

Í sigarettroykinum og hugnaljósinum frá instrument-panelinum hómaðu vit bara hvønn annan. Prátið var lívligt, hóast harða tónleikin. Vit góvu tí ikki ans (í hvussu so er ikki beinanvegin), men bilførarin hevði nú – meira enn áður hetta kvøldið – sett ferð á akfarið! Vit vóru nú á veg oman í móti elstu húsunum í landinum, teimum longu, svørtu bóndahúsunum í Depli……….les alla greinina í Norðlysinum, sum koma á gøtuna í dag.