Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Páskatiltak, páskaklipp og føroyskur matur í bygdarhúsinum í Haraldssundi

Elisabeth, Fía Lý, Viktoria og Andras

Leygardagin 8. apríl, páskaaftan, skipa næmingarnir í skúlanum í Haraldssundi fyri páskatiltaki í bygdarhúsinum.

 

Tey fara at selja breyð við egnum viðskera úr nærumhvørvinum. Og vaflur omaná. Eisini ber til at keypa sær smurt breyð við ymiskum føroyskum viðskera heimvið.

Umframt matsølu verður lutaseðlasøla, køku- og mattombola og páskaklipp, sum skúlabørnini saman við bygdarfólki hava klipt.   

Tiltakið er millum kl. 11 og 14. Øll eru vælkomin til ein hugnaligan dag í Haraldssundi.

 

Um skúlan í Haraldssundi

Í dag ganga fýra næmingar í skúlanum í Haraldssundi. Tvey ganga í 5. flokki og tvey ganga í 3. flokki. Tríggjar dagar um vikuna ganga tey í lítla og hugnaliga skúlanum í Haraldssundi, sum var bygdur í 1930. Tveir dagar um vikuna eru tey á Skúlatrøð í Klaksvík. Har hava tey millum annað ítrótt. Eftir summarfrítíðina verða fimm næmingar í skúlanum. 

 

Heilsan

Næmingarnir í Haraldssunds skúla

Elisabeth, Fía Lý, Viktoria og Andras