Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Páskatúrurin til Odense

Jóhann Lützen

Í páskaferiuni hava lesarar hjá Norðlýsinum lisið og sæð myndir frá túrinum hjá Klaksvíkar Hornorkestri í Odense. Tey spældu tvær koncertir í dimbildagavikuni, tann fyrra mikudagin í dómkirkjuni í Odense, tann seinna var langa fríggjadag í Nordatlantiske Hus. Dávur Winther tók nógvar góðar myndir frá øllum túrinum og skrivaði tekst, sum var lagdur á síðuna hjá Norðlýsinum.

Redaktiónin helt, at gott hevði verið við onkrum í orkestrinum at greitt mongu lesarunum frá, hvussu hesin væleydnaði túrurin upplivdist gjøgnum teirra eygu. Undirritaði tók tí telefonina og ringdi til ein av 25 blásarunum fyri at fregnast.

Hetta er ein samandráttur úr drúgvu telefonsamrøðuni.

Ferðin uppfunnin

Nevndin í Klaksvíkar Hornorkestri telur trý fólk. Formaðurin býr í Havn, skrivarin býr á Viðareiði og kassameistarin býr í Haraldsundi. Eftir venjing á brandstøðini mánakvøld og mikukvøld tosa formaðurin og skrivarin ofta í telefon, meðan teir koyra til hús.

Tað var í einum slíkum telefonpráti at túrurin til Odense varð ”uppfunnin”. Fleiri túrar vóru uppi at venda til ymiskar destinatiónir, men tað endaði við hesum túrinum. Og tað var gott, tí Odense er vinarbýur hjá Klaksvík, og borgmeistarin og mentanarleiðarin vórðu tí báðir bodnir við. Hetta lat nógvar dyr upp hjá hornorkestrinum, serliga tá ið vit hugsað um at sleppa at spæla í góðum lokalum í Odense. 

Blásarar fingu tíðliga høvi at tekna seg til túrin, og næstan øll teknaðu seg, og næstan øll av hesum høvdu makan við, og so vóru onnur við tøttum tilknýti til orkestrið, sum eisini vóru við.

Tá ið hornorkestrið fer ein slíkan túr, so er altíð roynt at fáa aðrar upplivingar við, umframt bert at luttaka til koncertir. Samband fekst við Sjúrða Skaale, fólkatingsmann, um at vísa okkum runt á Christiansborg, og hann játtaði.

Baggagan vekk

Vit leigaðu buss við sjafføri frá AP-bussum at koyra okkum úr Klaksvík til Vágar týsmorgun klokkan 0545. Alt gekk uppá stás, og øll innskriving gekk væl. Tó var okkurt við viðførinum, tí allir blásarar høvdu horn við, stórt ella lítið, afturat vanligum viðføri, og tað máttu AA brúka eina løtu til at finna pláss til.  

Flogferðin gekk sera væl, og vit lendu í lufthavnini í Kastrup beint áðrenn hálvgun 12 danska tíð. Eftir ætlan skuldu vit vera í fólkatinginum ein tíma seinni, klokkan hálvgun 1, men soleiðis bleiv ikki, tí baggagan hjá einum blásara var ikki at finna. Leitað var allastaðni, men tey funnu hana ikki. Hon stóð eftir í Vágum, funnu vit so útav seinni.

Ein tíma seinkað vóru vit so á veg inn í býin við leigubussi. Hann, sum ikki hevði fingið baggaguna, mátti m.a. keypa sær nýggja tannbust og okkurt munagott at rulla undir armin. Hornið hevði hann havt við í kabinuna í flogfarinum sum hondviðføri, tíbetur.     

Fólkatingið

Á Christiansborg var Sjúrður Skaale í hopla og vísti okkum runt. Hann visti nógv at siga frá, og høvdu vit ikki havt fasta og bindandi avtalu við busssjafførin at koyra okkum til Odense, so var helst seinur dagur, áðrenn vit vóru liðug har inni.

Fyrst máttu vit ígjøgnum sama slag av eftirliti, sum er á flogvøllinum fyri at sleppa inn í fólkatingið. Vit máttu tøma lummar, fara úr skónum, buksubeltini takast av og taskurnar endavendast. Soleiðis hevur verið, síðan álopið á regeringskvartalet í Oslo í 2011.

Byrjað varð í gamla landstingssalinum. Har greiddi Sjúrður okkum m.a frá skipanini við tveimum føroyskum limum í fólkatinginum, at hetta var eitt system, sum hevði yvirlivað seg sjálvt.

Vit sótu eisini eina løtu á áskoðaraplássunum í fólkatingsalinum, meðan Sjúrður segði frá um alt møguligt søguligt t.d. protestir í 70unum, tá ið føroyingar høvdu stór fløgg við sær har inn at mótmæla onkrum, sum gekk fyri seg tá.

Eisini vóru vit í gongini, har sum føroysku limirnir høvdu kontór og inni í fundarrúminum hjá fíggjarnevndini. Og ikki at gloyma teir eyðkendu elevatorarnir, sum støðugt fara upp og niður, uttan at nakar trýstir á nakra kontakt, og man bara skal leypa í og úr á røttu hæddini, ikki ov tíðliga ella ov seint. Tað kann vera farligt við sovornum, og tað vita vit í orkestrinum, at onkur klaksvíkingur er komin illa fyri av. Breyt hann seg ikki sundur? (einki navn bleiv nevnt, men blaðstjórin veit, hvønn talan er um)

Eftir rundferðina á Christiansborg skuldu vit hava felagsmynd á trappuni uttanfyri. Tað tók eina løtu longri, enn vit ætlaðu, tí tvær av okkara mundu ikki funnið út úr kjallaranum. Men tær komu til endans út og sluppu á myndina.

Busstúrurin til Odense

Vit fóru so við bussi út á motorvegin og settu kós ímóti Odense. Vit høvdu einki etið síðan tvíflísina í flogfarinum, so fólk vóru svong. Vit fingu sjafførin at steðga við eina servicustøð við motorvegin. Har keyptu vit okkurt at eta, fyri tað mesta skundmat. Junk.

So aftur víðari ímóti Fyn. Har frammi í bussinum sótu tey eldru og hugnaðu sær við smápráti og onkur durvaði. Har afturi í bussinum sótu tey yngru og prátaðu. Sum skilst, so blivu nógvir av heimsins trupulleikum loystir har afturi. Tey vóru væl mannað av magistarum, søgufrøðingum, portørum, lærarum, veðurfrøðingum, sjúkrarøktarfrøðingum, elektrikarum og øðrum, og sera upplýsandi og lærandi var m.a. at hoyra um søguliga heimið á Sprogø, tá ið bussurin fór framvið har, sum var fyri konufólk, sum ikki passaðu inn í dagsins samfelag tá í tíðini, ella moralsk defektar kvinnur, sum tað æt.

Vit komu fram til hotellið í miðbýnum í Odense í  øllum góðum nakað fyri nátturða.

Hotel H.C. Andersen

Sum flestum kunnugt, so var H.C. Andersen úr Odense, og tað gera tey nógv burturúr. Hotellið, vit búðu á, liggur mitt í býnum og tað bar navn eftir hesum kenda manninum. Ein standmynd av honum var beint uttanfyri dyrnar, har hann situr á einum beinki. Øll í ferðalagnum nýttu høvið at taka eina mynd saman við honum.

Hotellið var væl útgjørt við modernaðum kømrum og góðari matstovu. Morgunmatarbufféin var góð, og fleiri ótu allar máltíðirnar hesar dagarnar á hotellinum.

Beint við hotellið er húsið, har H.C. Andersen var føddur í 1805. Bert 2 minuttir at ganga. Tey hava bygt eitt nýtt savn fast í húsið, har hann varð føddur. Ein japanari teknaði. Savnið er ógvuliga væl vitjað, og tað var ikki lætt at sleppa inn. Langt bíðirøð, og útselt øll páskini.  

Býráðið traðkar til

Ferðin hevði eisini eina formella síðu. Vit høvdu okkara borgmeistara við (+konu) og mentanarleiðaran (+konu) eisini. Tí rullaði Odense kommuna út við tunga skytsinum. Borgmeistarin var ikki heima, men varaborgmeistarin kom á hotellið seint mikumorgunin. Hann bjóðaði tveimum úr nevndini umframt borgmeistaran og mentanaleiðaran við makum og so fiskimálaráðharran (+konu) eisini til eina máltíð á einari matstovu mitt í býnum. Nevndarlimirnir fingu ikki teirra konur við til máltíðina.

Matskráin var smyrjibreyð við donskum viðskera og øllum sum hoyrir til. Í fyrstanini gekk prátið ikki lætt, men tá ið varaborgmeistarin spurdi, hvussu var við makreli og laksi úr Føroyum, nú kríggj var í Ukraina, og marknaðurin í Russlandi ikki var longur, traðkaði formaðurin í orkestrinum í karakter og greiddi væl frá um markaðarkreftir, útboð og eftirspurning. Varaborgmeistarin fekk okkurt við heim at hugsa um. Meget interessant, segði hann fleiri ferðir.

Fyrra koncertin

Dómkirkjan í Odense stendur miðskeiðis í býnum, við gongugøtuna, beint við ráðhúsið. Har skuldi fyrra koncertin vera klokkan 16 mikudag, dagin eftir vit vóru komin niður til Danmarkar. Vit gingu í samlaðum troppi ígjøgnum býin av hotellinum til dómkirkjuna og møttu har klokkan 14 til venjing og upphiting. Tað tók bert 15 minuttir at ganga, og veðrið var gott.

Ikki ofta at vit sleppa frá at bera stólar og flyta alt møguligt, tá ið vit skulu spæla eina koncert. Men tað sluppu vit frá hesaferð. Fólk í kirkjuni høvdu stillað alt fram og sett uppá pláss. Vit skuldu bert seta okkum og spæla.

Vit fóru leystliga ígjøgnum programmið, og vit máttu taka okkurt burturúr, tí eftirklangurin í kirkjuni var nakað, vit ikki vóru von við. Ljóðið hekk leingi í luftini uppi undir tekjuni eftir hvørjari strofu, so tað stykkið, vit høvdu øvað mest, Farandole, mátti takast burturúr, tí nótarnir vóru ov stuttir og títtir til rúmið. Eftir eina upphiting fingu vit kaffi og annað.

Tey høvdu lýst koncertina væl. Plakatir vóru gjørdar, sum hingu við kirkjuna, og so eisini var eisini lýst á netinum. Vit høvdu ikki roknað við nógvum áhoyrarum, men upp ímóti 200 fólk sótu í kirkjuni, tá ið koncertin byrjaði. Vit vóru ovfarin. 

Øll í okkara ferðalagi, sum ikki spældu horn, men vóru við sum makar og stuðlar, vóru sjálvandi har, men eisini sóu vit millum áskoðararnar tveir av fyrrverandi spælarum okkara. Teir vóru komnir at lurta úr Keypmannahavn og Ollerup í Suðurfyn. Bergur Jacobsen og Agnar Ellebye. Bergur segði frá millum stykkini, og tað kom hann sera væl frá.

Tónleikurin vit spældu, var lagdur eftir stemninginum, sum hoyra páskini til. Sálmar og klassisk stykki. Eftir seinasta lagið reistist øll í kirkjuni og klappaðu og klappaðu. Tað tóktist ongan enda at fáa. Lógvabrestirnir rungaðu í eftirklanginum, og onkur av leikarunum gjørdist heilt rørdur.

Vit spældu eitt eykanummar, ein sálm úr reyðubók.    

Galladøgurði

Eftir koncertina var formellur døgurði í Nordatlantiske hus. Odense kommuna var vertur. Við frá hornorkestrinum vóru tvey umboð við maka umframt borgmeistaran við frúu, mentanarleiðarin hjá Klaksvíkar Kommunu við konu og fiskimálaráðharrin við síni betru helvt.

Tey úr Odense vóru umframt varaborgmeistaran og mentanarleiðaran í kommununi, leiðarin og varaleiðarin í Nordatlantiske hus, varaleiðarin er kona Rasmus Lyberth, fólkasangara úr Grønlandi, leiðarin í kirkjuráðnum í dómkirkjuni og so tvey umboð úr føringafelagnum í Odense.

Fleiri talur vóru hildnar við borðið. Taka vit tey úr Odense fyrst, so høvdu allar talurnar tað til felags, at tey kendu Dávur Winther ordiliga væl. Tey tosaðu um Dávur meg her og Dávur meg der tey seinastu nógvu árini. Sanniliga er Dáva Winther ein fongur við Klaksvíkar Kommunu.  

Mentanarleiðarin í Odense takkaði fyrst fyri eina ótrúliga góða koncert í kirkjuni. Tey vóru ikki von við horntónleik uppá hendan mátan. Sum hann segði, så forbinder vi i Danmark hornmusik med øl og så noget andet, som ikke skal nævnes her ved bordet. Den slags musik er vi ikke vant til. Helst hevur tað verið klangurin og valið av føroyskum og enskum tónleiki, umframt spælið, sjálvandi, sum tey hava verið ovurfegin um.

Varaborgmeistarin takkaði eisini fyri frálíka koncert og endurtók fleiri ferðir, hvussu glaður hann var fyri vinarbýarsamstarvið við Klaksvík. Tað sama gjørdu leiðarin í Nordatlantiske Hus og varaleiðarin.

Karl Johansen, borgmeistari, helt talu vegna kommununa. Árni Skaale segði eisini nøkur orð. Dávur Winther helt ikki talu. Formaðurin í Klaksvíkar Hornorkestri helt eisini talu, sum var stutt og undirhaldandi. Hann takkaði fyri góða móttøku í Odense, har vit veruliga kendu hitan frá góðum vinarlagi. Hann takkaði eisini hjartaliga fyri, at vit sluppu at spæla koncert í dómkirkjuni og í Nordatlantiske Hus. At Klaksvík er vinarbýur við Odense gjørdi tað so nógv lættari at samskifta um hesi viðurskifti.

At enda handaði hann varaborgmeistaranum, leiðaranum í Nordatlantiske Hus, leiðaranum í kirkjuráðnum í dómkirkjuni og umboðnum fyri føroyingarfelagið eina glasplátu harí búmerkið hjá Klaksvíkar Hornorkestri var graverað. Abbasonur hann, sum teknaði búmerkið, var við til døgurðan, og tað sigst, at hann var bæði rørdur og málleysur eina løtu.

Eitt sera væleydnað kvøld, siga tey sum vóru har.

Rundtúrur kring býin

Eftir morgunmatin hósmorgunin fóru vit við ferðaleiðara frá Odense Kommunu rundtúr kring miðbýin. Sera áhugaverdur túrur, sum fyri ein stóran part snúið seg um H.C. Andersen. Onkur varð pilkaður burturúr og fekk ein túr í tað nýggja savnið, hóast tað var útselt. Ótrúliga áhugavert, søgdu tey aftaná. Tey sóu m.a. klæðir, hattar og skógvar hjá H.C. Andersen og eisini originalheftini við ævintýrunum. Savnið eigur fleiri 10.000 ting frá honum.

Rundtúrurin endaði í Nordatlantiske Hus, har vit fingu døgurða. Odense kommuna bjóðaði.

Tá ið døgurðin var liðugur, komu tey í Odense Brass Band við 6 bilum eftir okkum og koyrdu okkum til teirra venjingarhøli, sum er í einari kirkju í eystur Odense. Tey vóru ógvuliga blíð at vera saman við. Tey gleddu seg bæði til koncertina dagin eftir og til túrin í summar, tá ið tey komu til Føroya. Formaður okkara bjóðaði teimum hjartaliga vælkomnum at hava koncert í Spinnarínum fyrst í juli og segði, at vit fóru at bjóða teimum eina máltíð við hugnað aftaná.  

Seinna koncertin

Nordatlantiske Hus liggur á havnalagnum í Odense. Húsið varð brúkt í 2019, tá ið flaggsiglingin var. 6 ella 7 føroysk seglskip og antikkskip lógu við bryggju har í nakrar dagar.

Tað er ein sjálvsognarstovnur, ið eigur Norðatlantiske hus. Odense Kommune betalir meginpartin av rakstinum, men bæði føroyski og tann grønlendski landskassin eisini gjalda ein part. Tey bygdu húsið fyri 10 árum síðan at hýsa list og mentan úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Í næstum fara tey at víðka tað til Canada eisini. Í húsinum er framsýningar- og felagshøli, handil, matstova og koncerthøli.

Vit høvdu koncert saman við Odense Brass Band. Tey spældu fyrst, og so spældu vit. Til endans spældu vit eitt felagsstykki, Eg oyggjar veit eftir Hans Jacob Højgaard. Skotin Allan Fernie útsetti fyri hornorkestur í 1988.

Skráin hjá okkum var ikki tann sama sum í dómkirkjuni.

Nógv fólk var komið at lurta. Øll fingu ikki sitipláss, mong máttu standa. Heldur ikki her vita vit, hvussu tey hava lýst koncertina, men hvussu er ella ikki, so vóru boðini komin út til nógvar føroyingar í økinum. Ímillum áskoðararnar vóru bæði útilagstir klaksvíkingar og aðrir føroyingar.

Vit taldu millum klaksvíkingarnar fyrrverandi leiðarar hjá bæði grønu og gulu skótunum, onkur fyrrverandi løgtingslimur og onkur fráfarin løgreglumaður, sum var niðri í feriu. Eisini professionellir musikkarar vóru har. Ein vágamaður hevði hoyrt um koncertina og fór at lurta, ikki tí at hann tímdi horntónleik so væl, men meiri tí at hann visti um ein leikara í orkestrinum, sum hann hevði gingið í skúla saman við í Danmark fyri meiri enn 30 árum síðan. Teir høvdu nógv at tosa um.

Heimferð

Morgunin eftir skuldu vit heim til Føroya. Tíðliga upp, eta morgunmat, pakka tað síðsta, kekka út og so í bussin. Á túrinum eftir motorvegnum til Kastrup gekk prátið ikki so væl sum á vegnum til Odense. Tey flestu sótu og hugsaðu um upplivingina á túrinum, um hvussu góð ferðin hevði verið. Helst durvaði onkur.

Alt gekk væl við innskrivingini, hóast fleiri høvdu gloymt felags innskrivingarkotuna. Aftur her kom messenger okkum til hjálpar, so tað var skjótt, at øll vóru komin ígjøgnum security.

Í Vágum stóð bussurin hjá AP-bussum fyri okkum og bíðaði, og nakað út á seinnapartin páskaaftan vóru vit aftur uttanfyri brandstøðina í Klaksvík.

Ein sera góður túrur var komin at enda.