Sigfríður Clementsen var alt annað enn sannførdur av KÍ avrikinum seinast, tá KÍ vitjaði B36. KÍ hevur nakrar avbjóðingar í løtuni, heldur hann.
– Mátin sum KÍ tapti uppá var ikki yvirbevísandi uppá nakran máta. KÍ leikararnir vóru passivir og til tíðir ivaðist man í, hvat teir royndu og hvat teir ætlaðu. Hinvegin spældi B36 øgiliga væl, serliga teir báðir ungu á miðvøllinum, Magnus H. Jacobsen og Erlendur Magnussen. Vit hava róst KÍ nógv, men í løtuni hava teir nakrar avbjóðingar.
– Hjá KÍ snýr tað seg um at fáa ein dyst aftur, har kvalitetur er á allan vegin. Í Gundadali hevði eg øgiliga trupult við at síggja hvat tað var, sum teir vildu. Teir vóru øgiliga passivir, komu á odda hóast teir ikki høvdu tað uppiborið og tað er tað ringasta sum kann henda, tí tá heldur ein, at tað heila er í lagi. Í fleiri av málunum hjá B36 hevði KÍ stórar trupulleikar í verjupartinum. Í Gundadali í 1. umfarinum sá man eitt agressivt KÍ lið, sum trýsti høgt og sum var dominerandi fysiskt á øllum økjum. Ein sá, hvat teir vildu. Men tað vóru teir ikki móti B36, sum teir burdu verið, tí B36 spældi við einum 17 ára gomlum og einum 19 ára gomlum leikara á miðvøllinum. Um teir halda, at bara alt koyrir av sær sjálvum, veit eg ikki, men nú skulu í øllum førum arbeiðshandskarnir uppá aftur, sigur Sigfríður Clementsen m.a. Sí alt fótbóltskjakið hjá KVF HER


