Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Patrick da Silva longt sáttmálan

ki.fo

Tað verður framhaldandi brasilskt/danskt undirhald á vinstra bakki hjá KÍ, tí Patrick da Silva hevur longt sáttmálan til og við 2024!

27 ára gamli Patrick da Silva hevur tikið stór fet í hesum kappingarárinum. Eftir eina heldur trilvandi byrjan hevur Patrick ment seg hetta kappingarárið til at vera bestur á sínum plássi. Serliga eru tað Champions League og Conference League avrikini, sum hava víst, at vit eiga besta vinstra bakk í landinum. 

Patrick hevur áður umboðað feløg sum Brøndby, FC Nordsjælland og Lyngby.

KÍ hópurin er um at taka skap til komandi kappingarár, har nógvir leikarar eru komnir upp á pláss.

Harleywoodpaint