Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Patrik vil sleppa uttanlands

Jákup Ósá

Leikarin í Effodeildini, sum var partur av flest málum, ætlar ikki, at ævintýrið skal steðga í Føroyum. Málið er at sleppa uttanlands innan tvey ár.

Við 16 málum og 10 uppleggum gjørdist Patrik Johannesen næstbesti málskjútti og tann við næstflest uppleggum í Effodeildini. Samanlagt var hann partur av flest málum (26). Seinastu tíðina hava søgur gingið um, at Patrik møguliga fer av landinum at royna seg, men enn er tað ikki komið langt.

– Eg havi málseting um at fara uttanlands at royna meg, og tað skal helst ikki ganga ov long tíð. Eg havi ikki tosað konkret við nakað lið uttanlands, so sum støðan er nú, so er kanska størst møguleiki fyri, at eg taki eitt ár afturat í B36. Ger man tað so enn betri næsta ár, so betrar tað um møguleikan at sleppa til okkurt útlendskt felag. Men eg eri heilt vist opin fyri at hyggja uppá allar møguleikar, sigur Patrik Johannesen við Norðlýsið.