Í dag fyllir Pauli Heinesen 70 ár
Pauli er sonur Jacob Andrias og Fridu Heinesen. Jacob Andrias var giftur við Borghild og fingu tey Byrger, men doyðið Borghild tríggjar mánaðir eftir av lungnabruna.
Jacob Andrias giftst uppaftur við Fridu av Vatnsoyrum og fingu tey tríggjar gentur, Maria, Jórun, Jacobina og so Paula, sum tann yngsta. Jacob Andrias og Frida vóru bæði tvey skila- og hampafólk, sum tóku sær væl hvør av sínum øki, ið hoyrdi gerandisdegnum og húsarhaldinum til.
Jacob Andrias sigldi nakað við Sigurfarinum. Undir krígnum, varð skotið eftir teimum, tá ið hann var við Ester. Tá segði Frida honum nei fyri at sigla meir undir krígnum. Jacob Andrias var tiltikin raskur, kvikur og bráðræsi. Tingini skuldu henda skjótt og væl.
Hann fór uppá land, arbeiddi nakað hjá Skard, men bjóðaði Kjølbro honum at gerast skipari á onkrum av ferðabátunum hjá Kjølbro. Serliga teir kendu Britons Pride og seinni Pride tí snotiliga og skjóttgangandi feðamannaskipinum, hagani eg eisini minnist hann. Jacob Andrias dugdi serliga væl at manøvrera, legði skjótt at og hevði ofta nógva ferð, áðrenn hann bakkaði, og skipið lá júst har, tað skuldi.
So leyp hann niður á dekkið og stóð oftani við spælið og hivaði vøru í land úr lastini og so umborð aftur, áðrenn farast skuldi avstað aftur til næsta stað. Hann skipaði fyri, at alt gekk skjótt og væl fyri seg, og kanska var hann í so kvikur við hvørt og varð tí onkuntíð nevndur “Buldrik” – ikki fyri tað ringa, men fyri tað góða.
Pauli var sjálvandi errin av pápa sínum, sum hevði fingið stórt og flott skip at føra frá Kjølbro, og var oftani við pápanum sum smádrongur á túrunum antin til Havnar ella norður eftir eystursíðuni av Eysturoynni.
Einaferð Pauli er við og er helst ov frammalaga, sum lyndið hansara var og er, var hann so óheppin at halda hondina um veirin til spælið, tá ið hálað verður og fær hondina undir veirin um koppin ella veirtrumluna. Tá hendi tann óbótaligi skaði, at Pauli misti lítlafingur og ringfingur á høgru hond.
Hetta var sjálvandi ein hvøkkur, men alt lagaði seg. Pauli settist ikki hendur í favn – tvørtur ímóti, spældi hann sum hinir dreingirnir, dugdi væl at svimja og var altíð í fremstu røð.
Tá Pauli var liðugur við 8. flokk og var um 15 ár, snakkaði mamman við Hans í Miðvági – Hans Josephsen um at fáa honum lærupláss. Jú, tað var gaman í. Her lærdi Pauli nógv og var við til nógv ymiskt byggiarbeiði – oftani tey stóru og grovligu arbeiðini, og tekur hann oftani til tíðina í læru og annars á Byggivirkinum, sum ein sera góð tíð.
Millum synirnar hjá Mallu og Hans hoyrir man ofta tikið til, hvussu hegnigur og raskur Pauli var. Eina tíð arbeiddu teir Hans, Sjúrður og Pauli, á Syðradali og sigldu til arbeiðis í egnum báti. Men ávegis til arbeiðis og eisini til húsa aftur um kvøldið, snaraðu teir antin norður- ella suðuryvir og skutu sær nakað av svartfugli. Og tað kom meir enn so fyri, at teir høvdu eini 60 fuglar at royta, tá ið teir komu aftur at húsum um kvøldið. Veiðilyndið hevur Pauli gott, so væl lá fyri hjá honum.
Pauli hevur verið nógv avhildin alla staðini, hann hevur verið. Hann hevur verið sterkur og kimiligur, havt sama bráða lyndið, sum pápin, um at tingini skulu henda skjótt og væl – Ella sagt á ein annan hátt, hann støðast ikki leingi í sama stað, og skal tú sleppa í annað stað sum handverkari, ella hvat tú tekst við, ja, so ræður um, at fá tað frá hondini skjótt og væl, tú ert í holt við. Tað hevur Pauli dugað væl – ein dygd!
Pauli fór eisini til skips við trolara í nøkur ár, og var hann heldur ikki her aftanfyri hinar. Hann forvann væl, og eftir lítlari løtu hevði hann sett føtur undir egið borð á Mylnugøtu, sum bleiv heimið hjá honum og Súsannu.
Pauli hevur smíðað nógv og hevur eisini havt egið virki.
Pauli hevur altíð verið inniløgumaður og ligið framvið, serliga tá ið um veiðu er at tala. Sum tikið verður til “Niðast í grind og ovastur á fjalli”. Í grind er hann tikin úr leikum at skera á háls, skera upp og fáa alt til høldar.
Tá ið nýggi hvalastingarin kom, var Pauli ein tann fyrsti at læra seg at brúka hann, og hann var við til at læra sandoyingar at brúka hann.
Fletting
Vit hava kanska ikki slitið gáttina so nógv hjá hvørjum øðrum sum grannar, men vit hava tó verið í ymsum vási saman. Pauli er kvikur at taka eina hond í, tá ið okkurt skal gerast og hjálpti nógv til, tá ið vit umvældu og bygdu afturat á Mylnugøtu. Tá ið vit hava rikið á Skarvanesi, hevur hann onkuntíð verið við. Tá ið grind er á skrá, ella ein greipa hevur lopið av, hevur Pauli altíð verið stórtøkin.
Pauli er tiltikin raskur at fletta, eins og pápin var tað. Vit flettu nøkur ár saman hjá Miðstovubóndanum í Trøðum á Sandi, Jóannes. Vit, Adolf, Jógvan og Pauli vóru at kalla teir fyrstu, sum flettu “kervis-fletting” á Sandi, har at svava, tumma, skrædla, taka innanúr og skiva verður lutað millum ymsu menninar.
Tað komu mangir manns at skoða henda “undaliga” mátan at fletta uppá, og hildu teir lítið um hann at byrja við. Men ikki veit eg, nógvir hava tikið eftir.
Tað verða nýttir nógvir ymiskir knívar til hesa fletting, og einaferð vildi ein húsvíkingur sleppa at royna heima hjá sær sjálvum. Hann spurdi, um hann kundi sleppa at læna knívarnar. Jú, tað kundi hann.
Dagin eftir spurdu vit ein annan heldur speiskan húsvíking, hvussu hevði gingið hjá hesum, sum hevði roynt henda mátan at fletta uppá? “Tað vitið so Søren, hann kom við eini armé av knívum, byrjaði uppi undir loftinum og endaði á gólvinum”. Tá var tað slitnað hjá honum undan loftinum.
Leikluturin hjá Paula var serliga at tumma, tí tað falla honum lætt, sterkur sum ein bjørn. Eitt kvøldið, vit høvdu flett leingi í Miðstovuni, gekk ein unglingi aftaná Paula og eygleiddi hann serliga væl. Hann fylgdi væl við, júst hvat Pauli gjørdi, tí hann vildi leggja sær ymiskt í gjeyma. Hann helt tað gekk so skjótt og lættliga hjá Paula við tummingini.
Langt um leingi spyr drongurin, “Tú Pauli, hvussu ber tað til, at tú tummar so skjótt”? Tá tekur Pauli hondina úr, sum hann vanligi ikki gjørdi fyri ikki at dálka krovið. “Eg skal siga tær eitt” – og rættur honum hondina fram fyri andlitið! “Tá ið eg operepaði mær lítlafingur og ringfungur burtur, tá fór at ganga”!
Drongurin bleiv bleikur og mundi svímað og helt tað var dekan ov nógv at gera av, at leggja sær hondini so nógv fyri, bert fyri at kunna tumma eins skjótt og Pauli.
Pauli hevur verið á fleiri ferðum til Íslands, har teir m.a. hava umvælt og bygt afturat leguhúsinum á Austjørn. Eisini verið álitið í Grønlandi saman við øðrum at gera mangt og hvat við leguhús har, at tey tæna sínum endamáli so væl, sum gjørligt hjá ungdómum og børnum at vera í. Her hevur Pauli tikið mangt takið, sum fólk kring hann fegnast um og eru honum takksom fyri.
Pauli fekk eina stak góða konu í Súsannu – sterk, røsk og arbeiðssom. Tað skal nógv takast upp eftir einum inniløgumanni, sum Paula, og tað skal nógv gerast til og takast til høldar og annars hagreiðast. Hetta tímir og dugir Súsanna so sera væl og dugur væl at matgera. Hon er góð til hendurnar og dugur væl at seyma og gera burturúr. Hon var álitið á flakavirkinum í Árnafirði í mong ár, og helt John Høj, stjórin nógv av henni, veit eg.
Pauli og Súsanna fingu trý børn – Hannu, Dia og Henny, sum øll búgva í grannalagnum, og tíðum vitja aftur til fjálga barnaheim teirra á Mylnugøtu. Pauli og Súsanna duga væl at halda hús. Tey hava eisini hildið húsini snøgg og prýðilig – úti sum inni.
Góði Pauli! Hjartaliga til lukku við teimum sjeyti og ynskja vit tær og tínum mong góð ár.
Dávur














