Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pauli trýr upp á steypakappingina

Danial Viðoy

SF: Tað er alt slag av fólki, sum halda til í stórbýnum á Vágni hesar SF-dagar. Hjálparvenjarin hjá KÍ, saman við konuni, stríðist við seta eitt tjald uttan fyri sín húsvogn. – Í morgin fer at gretta hjá okkum, sigur hann og sipar til steypadystin hjá KÍ.

Tað gongur sera illa hjá KÍ í landskappingini fyri tíðina. Men prátið um KÍ minkar ikki. – Og tað verður ikki seinastu ferð, at Pauli Poulsen fer at práta um KÍ á festivalinum. Í Klaksvík telur KÍ nógv.

Pauli Poulsen harmast sjálvsagt ringu gongdina hjá KÍ.

– Vit spæla ein hampiligan dyst sunnudagin, men marginalarnir eru ikki við okkum. Tað skal nógv til fyri at venda eini vánaligari gongd.

– Men í morgin verður tað, at KÍ aftur fer at vinna!

KÍ spælir í morgin seinna steypadystin í móti EB/Streymi. Og skal KÍ hava nakran møguleika at sleppa út í Evropa at spæla komandi kappingarár, skal dysturin í morgin vinnast. Sum tað sær út nú, fæst atgongumerkið út í Evropa neyvan í landskappingini.

Enn hevur KÍ møguleikan at fáa atgongumerkið við at vinna steypakappingina. Ja, hví ikki sníkja seg út í gjøgnum bakdyrnar. Tað telur líka nógv.