Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pecha Kucha á Klaksvíkar Bókasavni

Oliver Joensen

Klaksvíkar Bókasavn stóð fyri áhugaverdum fyrilestrum í kvøld í samband við Torravikuna. Fyrilestrarnir vóru eitt sindur annarleiðis, tí hetta vóru fyrilestrar, har fyrilestrarhaldarnir vóru bundnir at vísa 20 myndir og tosa í 20 sekund um hvørja mynd. Teldan stýrdi myndasýningini, soleiðis, at vart tú ikki liðugur við tekstin til eina mynd, ja, so flutti teldan náðileyst til tað næstu.

Men hetta megnaðu fyrilestrarhaldararnir í kvøld meistarliga at fylla út. Steinvør Fonn legði fyri við áhugaverdu lívsáskoðan síni. Síðani Andras Sólstein, sum greiddi frá tí yvirnaturliga, nevniliga søgur um teir grábeintu. Jóhanna á Bergi við lívsvirðum og eginleikum hjá tí einstaka, ið hon metti høgt. Síðani Signhild Johannesen, hon hevði valt náttúruna, fjøllini og viðkomandi upplivingar. Ímeðan Jákup Mikkelsen greiddi frá síni tíð sum professionellur fótbóltsleikari.

Annika Egholm, stjóri á Klaksvíkar Bókasavni leiddi kvøldið, bjóðaði vælkomin og eftir fyrilestrarnar bjóðaði hon til kaffi og prát um tað sum hevði verið uppi í fyrilestrunum. Eitt sera annarleiðis og áhugavert kvøld.