Tað hevur verið vanligt, fyri ikki at siga siðvenja, at fleiri býráðssamtyktir tey seinastu árini eru samtyktar, har peningur ikki hevur verið til.
Hetta er nakað sum sitandi samgonga hevur sett sær fyri at gera nakað við.
Í Norðlýsinum frá 17. mars eftirlýsir Steinbjørn O. Jacobsen, fyrrverandi borgarstjóri og formaður í fíggjarnevndini, býráðssamtyktina, har kr. 300.000 vórðu samtyktar at brúka til systkinaavsláttur.
Eisini hevur Eyðgunn Samuelsen, limur í fíggjarnevndini, fyrispurning til KSF um lógarverkið handan býráðssamtyktir, har hon nevnir somu býráðssamtykt.
Bæði siga tey, at fyri at hækka skattaprosentið við 1% vildi býráðið lætta um hjá familjunum við at veita systkinaavsláttur. Síðani er tað hent, at hóast skattaprosentið er hækka, so eru ikki fleiri inntøkur komnar í kommunukassan.
Tá ið vit so hyggja eftir endaligu tølunum fyri árið 2008, sum vísir eitt rakstrarhall uppá 50 mió kr., so er sjálvsagt, at tað tekur tíð at finna pening til hesa eins og aðrar býráðssamtyktir.
Í Kommunustýrislógini § 21 stk. 4 stendur: Borgarstjórin ansar eftir, at farið verður fram eftir samtyktum kommunustýrisins. Hann ansar eftir, at allar útreiðslur og inntøkur hava neyðuga játtan. Hetta er júst ein av játtanunum vit í samgonguni eru í ferð við at finna pening til. Eisini stendur í Kommunustýrislógini § 41: Kommunustýrið hevur játtanarmyndugleikan. Ikki kann verða farið undir eitt arbeiði, fyrr enn neyðug játtan er tøk.
Ongin ivi skal vera um, at vit í samgonguni vilja taka stór tøk fyri at fylgja øllum gjørdum samtyktum upp, hóast hetta verður drúgt og trupult, men eg vil gera vart við, at tá ið samtyktir vera gjørdar uppá eitt so veikt fíggjarligt grundarlag, so er vandi fyri at tær ikki kunnu førast út í lívið.
Harmiligt er, at fráfarna býráð hevur latið nýggja býráðnum eftir, við gjørdum samtyktum har peningur bert er á pappírinum, hetta kann gera, at tað fer at taka langa tíð og krevur nógv arbeiðið til áður gjørdar samtyktir kunnu setast í verk.
Gunvá við Keldu
Borgarstjóri




