Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Pensionistafelagið Hugni á vegamóti

Jóhann Lützen

Nevndin sóknast eftir nýggjum kreftum, at taka sær av felagnum, sigur Ninni Olsen fráfarandi forkvinna

 

Pensionistafelagið Hugni varð stovnað í 1972 og Anna Joensen var fyrsta forkvinna. Ninni Olsen er forkvinna í dag og hevur hon eina áheitan á pensionistaumhvørvi í Norðoyggjum. 

Nevndin orkar ikki meir, vit hava verið so leingi, eini 11 ár og sóknast eftir nýggjum kreftum, sigur Ninni. 

Vit vóna at onkur kann taka yvir arbeiði. Síðani kann aðalfundur haldast og felagsskapurin kann halda fram. Áhugaði kunnu venda sær til mín á tlfnr. 275543/455543, sigur Ninni við Norðlýsið at enda.