Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Per Klarup tekur eitt ár afturat

Tekst og myndir: Oliver

Um vikuskiftið undirskrivaðu KÍ formaðurin, Tummas Lervig, og forkvinnan hjá Stjørnuni, Jastrid Gullaksen, undir nýggjan sáttmála við venjaran hjá Stjørnuni, Per Klarup.

Stjørnan, sum er undirdeild av Klaksvíkar Ítróttarfelag, hevur seinastu trý árini havt sáttmála við danan Per Klarup. Samstarvið hevur gingið so mikið væl, at partarnir eru samdir um at halda áfram, eitt ár afturat.

Í Norðlýsinum mikudagin, er eitt prát við Per Klarup.