Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Periodisk øði í Sortudíki

Oliver Joensen

Eftir drúgva agurkuperiodu í KvF, við longu versjónini av Flossa og endursendingunum, meðan Dagur og Vika, ítróttasendingar o.a vórðu stytt og við hvørt hvurvu heilt, kom knappliga óvæntað broyting í. Sama merkiliga fyribrygdi sýnist henda við jøvnum millumbilum, periodiskt. Tað tykist hava samband við fíggjarorku og økispolitikk og endar ofta við infernalskari øði í Sortudíki.

Sparingar hjá tí almenna hava verið neyðugar í flestu samfeløgum rundan um okkum. Oftast verður roynt at halda heilsu-og almannaøkið skaðafrítt.Við skilagóðari politiskari stýring verður roynt at skapa arbeiðspláss, fyri ikki at raka tey á niðastu rókunum ov harðliga. Soleiðis eisini her.

Kringvarpinum líkar tó ikki sparing. Hoyra kanska til tey veiku, ella hava rætt til serstøðu, sum partur av “fjóðru statsmaktini,” ið heldur eyga við “valdsharrunum”. Mentanin mátti spara. Tað passaði, sum fótur í hosu, mentanin kundi brúkast. Koyrilin sveiggjaði yvir demokratiskt valdar landspolitikkarar og landsins stýri. Hóttanir settar fram alment um korporligar revsingar móti landsstýrismanni, hóast veruliga endamálið kanska var at trýsta eina ivasama og ovurdýra byggiætlan í høvuðsstaðnum ígjøgnum við almennum peningi. KvF, sum ferð eftir ferð hevur prógvað, at tað ikki dugir at húsast við skattaborgarans peningi, er nú aftur væl fyri, tá trýst skal leggjast á. Onkur sigur orsøkina vera útlicitering av nýggjárskonsert og ítróttarsendingum. Ræðisrætturin er áhugaverdur, nú stórætlaðar ítróttarbyggingar skulu fremjast á Glyvursnesi.

Nú er so aftur eitt byggimál, men privat, og bara úti í einum av økjunum. KvF er komið til pengar. Ikki eiti á resursir og ótamdir kreativitetur í Sortudíki : Elitumanning, reportarar út í økið ( annars sum lundi á jólanátt), myndafólk, eykamanning, serfrøðingar, konsulentar, ein røð av advokatum og lektarum. Eitt banalt stríð um kommunalt byggiloyvið og eina friðingarætlan hjá landinum, har hvørgin partur hevur gjørt sítt forarbeiði nóg væl, er yvirtikið av Kringvarpinum, elt í ellibita, blást upp í maniskar hæddir og skúmað út av øllum proportiónum. Enn einaferð kundi mentanin brúkast. Fólk standa spyrjandi. Hvørji eru veruligu ørindini, og hvør er grundin hesaferð? Onkur heldur, at KvF fryktar fyri, at Varðin Pelagic fer avstað við makrelinum hjá Høgna Mohr. Tey flestu ivast. Framferðin hjá KvF hevur lítið við mentan at gera, heldur tvørturímóti. Óváttað tíðindi, slatur og sleyg um skottilburð, morðhóttan og gálga, ræðslusligin fólk, ið ikki tora út o.s.v. eru afturvíst av politinum, helst berur heilaspuni. Lítið virðilig public service tænasta frá almenna miðli okkara. Í evstu løtu, at samgongan við løgmanni á odda, tók stig til at fáa málið aftur á beint, sum í mestan mun snýr seg um arbeiðspláss í einum afturútsigldum øki, menning hjá fólki, vinnulívi og landi.

Gomlu bygningarnir á ídnaðarøkinum eru sum skilst friðaður í 1992. Annað mál ein ætlað friðing, 25 metrar út á sjógv í allar ættir, sum vildi forða útbygging hjá virkinum. Tá kommunan hevði útihýst KvF, gjørdist friður, og glið kom á. Tað er lagnunar speiðsemi, at sama landsstýrismanni bert nýttist ein fund við partarnar, so var knúturin loystur, øll sýnast glað – uttan kanska KvF ?