Her ein nýggj mynd av perluni, sum er umrødd í greinini “Útgrevsturin Niðri á Toftum við Borðoyarvík”. Hendan myndin er komin frá Súsonnu Joensen, sum er konservator á Tjóðsavninum. Súsanna hevur havt perluna undir hond og her er so ein betri mynd. Anna Sølvia Selmarsdóttir segði annars, at perlan væl kundi verið frá Víkingatíðini, men tað fáa vit ikki staðfest fyrr enn nærri kanningar eru gjørdar av henni og øðrum tilfari frá útgrevstrinum.



