Petur Reinert, sum skuldi døma KÍ-NSÍ, sigur, at tað er ikki rætt, sum NSÍ skrivaði í tíðindaskrivinum í gjár um sín leiklut.
Á 10’arinum á FM1 í morgun var samrøða við Petur Reinert, sum tók avgerðina í gjár um at avlýsa dystin. Í tíðindaskrivi hjá NSÍ í gjárkvøldið skrivaði NSÍ um ein leiklut hjá Petur, har hann hevði spurt um at fáa dystin leiktan í Runavík. Men við FM1 sigur Petur, at hann ikki kendi seg aftur í hesum og hann hevði í gjárkvøldið roynt at sett seg í samband við leiðsluna hjá NSÍ, tí hann hevði ikki havt nakran slíkan leiklut og hevur ikki tað uppgávuna í einum slíkum føri.
NSÍ skrivaði soleiðis í tíðindaskrivinum:
Kl. 14:09 í dag verður NSÍ spurt (eftir áheitan frá dómaranum Petur Reinert um at fáa leikt dystin í dag) um dysturin kann verða í Runavík kl. 16, kl. 17 ella seinni í dag, tí at eitt av málunum í Klaksvík hevur skaða. NSÍ góðtók at dysturin kundi leikast við Løkin í Runavík í dag, sunnudagin 18 apríl.
Samskiparin og Ítróttarstjórin hjá NSÍ venda við aftur, á veg til Klaksvíkar, tí teir skulu gera klárt um dysturin verður í Runavík.
Tá onki frættist úr Klaksvík, ringir Ítróttarstjórin hjá NSÍ aftur til Klaksvíkar, og fær at vita at nú er avgerð tikin um, at dysturin er útsettur og fluttur til týskvøldið kl. 19. NSÍ góðtekur ikki hesa avgerð.
Samskiparin hjá NSÍ ringir síðan til Kappingarleiðaran hjá FSF kl. 14:37, fyri at kannað um dysturin endaliga er útsettur ella avlýstur, men Kappingarleiðarin hjá FSF veit einki um broytingar til dystin.
NSÍ hevur fyrireikað seg til dystin í dag og vit góðtóku enntá at hýsa dystin við Løkin í Runavík í dag. Tí góðtaka vit ikki, at dysturin 45 minuttir áðrenn dystarbyrjan verður útsettur og ásettur av KÍ til týskvøldið.
Vit krevja, at KÍ verður dømt at tapa dystin, tí vøllurin ikki var klárur til dystarbyrjan, og ikki vildi flyta dystin til Runavíkar, sum NSÍ annars var spurt um av dómaranum og hevði góðtikið.
Á FM1 var eisini samrøða við Tummas Lervig, formann í KÍ, meðan formaðurin í NSÍ, Dánial Hansen, ikki valdi at luttaka í sendingini.


