Jan Jacobsen er nýggi sølumaðurin hjá hjá P/F Reyni Service í Klaksvík. Seinastu tíðina hevur Jan verið sølumaður hjá Auto Service í Havn. Jan er giftur Henriettu Arge Jacobsen og eiga tey eina dóttur sum eitur Petra.
Tey hava júst keypt hús á Vágsheygi, og tí helt Jan tað vera sera høgligt at selja bilar her í Klaksvík, tað er ein nakað styttri teinur, av Vágsheygi oman í Klingrugarð, enn at koyra til Havnar, sigur hann við einum smíli.
Tað verður sera spennandi at selja Toyota, heldur Jan, sum leggur aftrat. Tá tú tú sigur Toyota er talan um dygdargóðar bilar, sum hava roynst væl seinastu mongu árini. Tað er eisini spennandi, at merkini Corolla og Camry sum hava staði sum tryggir varðar í mong ár, eru komin aftur á marknaðin.







