Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Pílagrímsgudstænasta

Jóhann Lützen

Í kvøld kl. 19.30 verður pílagrímsgudstænasta í Christianskirkjuni v/Marjuni Lómaklett.

 

Pílagrímagudstænastan er ætlað øllum, ið hava tørv á at hvíla eina løtu frá lívsins meldri. Høvi verður at tendra ljós undir gudstænastuni.

Aftaná gudstænastuna verður drekkamunnur at fáa í kirkjukjallaranum. Øll eru hjartaliga vælkomin!

Kl. 18.30 verður gongutúrur frá Christianskirkjuni út í Grøv – og aftur til Christanskirkjuna, har øll, sum hava hug og orku, eru vælkomin við. Vit eru aftur til gudstænastuna kl 19.30.

Heitt verður á fólk um at møta við Christianskirkjuna kl. 18.20

Harleyfacadeacryl