Eftir at hava vant í Norðurlandahúsinum í Havn í ein mánað, eru Pipar & Salt nú klárir at við ársins framførslu. Hon verður í Klaksvík leygarkvøldið!
25 ferðir hava Pipar og salt farnu vikurnar fylt Norðurlandahúsið í Havn.
Hetta hava kortini bara verið venjingar, har tilfarið er roynt og snikkað til. Veruliga framførslan verður sjálvandi í Klaksvík – og tað hendir í Badmintonhøllini leygarkvøldið.
Norðingar og eysturoyingar gleða seg til at fáa ordiligt undirhald – og Pipar & Salt gleða seg til at fáa ordiligar áskoðarar!
Talan verður um eina sanna veitslu – og hon byrjar klokkan 21:30.
Atgongumerki fáast í Fast.




