Frystilínuskipini Pison og Klakkur hava landað hjá NFCS hesa vikuna.
Pison, ið byrjaði at fiska 1. apríl, hevur roynt undir Føroyum og hevði 110 tons, mest av longu. Klakkur, ið byrjaði at fiska 16. mars, hevur roynt undir Íslandi og hevði 280 tons, har tað var blandað av m.a. toski, hýsu og longu.



