Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Pison við kós á Flemish Cap

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Fyri umleið hálvum tíma síðani, fór línuskipið Pison av Klaksvík. Umborð vóru 17 mans og kósin varð sett á Flemish Cap. Vit hittu Eyðstein Sørensen, skipara í telefonini ímeðan teir sigldu út av Pollinum. Hann segði okkum, at teinurin av Vágni og á Flemish Cap var um 2000 fjórðingar, so hann roknaði  við, at um alt gekk eftir ætlan, so fór túrurin vestur at taka umleið 9 samdøgur.

Ætlanin er at fiska kalva har og møguliga á Grand Bank. Túrurin fer helst at taka tveir mánaðar um alt gongur sum ætlað.