Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Pisshúsið órógvar Kalsoyarleiðina

Jóhann Lützen

Í løtuni ber ikki til at siga, nær havnaviðurskiftini koma endaliga í rættlag. Avgerð má fyrst takast um, hvørt ferjulegan í framtíðini skal vera á Stongunum ella á Stóru Kai, sigur Jóhan Christiansen samferðslumálaráðharri í skrivligum svari til fyrispurning frá Beini Johannesen

 

Pisshúsið er nú komið í løgtingið.

Hóast umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu mælti til at taka pisshúsið niður, so samtykti Klaksvíkar býráð á seinasta býráðsfundi, at pisshúsið í Klaksvíksgarðinum skuldi “varðveitast og setast í nýtiligan stand”.

At pisshúsið soleiðs bæði skal varðveitast og setast í nýtiligan stand órógvar nú Kalsoyarleiðina, tí ætlanin hjá umsitingini var at taka pisshúsið burtur fyri at gera betri pláss til bilrøðir í samband við at Teistin skal leggja at í Klaksvíksgarðinum í eitt tíðarskeið meðan ferjulegan á Stongunum verður klárgjørd. 

Beinir Johannesen spyr í hesum døgum Jóhan Christiansen, samferðslumálaráðharra um Kalsoyarleiðina. Beinir fregnast eftr nær arbeiði byrjar í Klaksvík, hví arbeiðið ikki er sett í gongd, og hvussu umfatandi tað í veruleikanum er.

Og samferðslumálaráðharrin svarar orðarætt í gjár at: Í løtuni ber ikki til at siga, nær havnaviðurskiftini koma endaliga í rættlag. Avgerð má fyrst takast um, hvørt ferjulegan í framtíðini skal vera á Stongunum ella á Stóru Kai. 

 

Alt svarið hjá samferðslumálaráðharranum sæst her. 

Harleywoodpaint