Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Pisshúsið yvirlivdi

Jóhann Lützen

Ein meiriluti av okkara fínastu halda so nógv um Pisshúsið í Klaksvíksgarðinum, at tað skal “varðveitast og setast í nýtiligan stand”

 

Býráðsumsitingin mælti annars til at taka Pisshúsið í Klaksvíksgarðinum niður, tí tað er í so ringum standi. Kostnaðurin av at taka pisshúsið niður er mettur at verða 25.000 krónur.

Pisshúsið í Klaksvíksgarðinum fyllir nógv hjá býráðslimunum, tí allir býráðslimir tóku orðið í málinum og summir enntá fleiri ferðir.

Orðaskiftið um pisshúsið tók fitt av tíð og tá atkvøðast skuldi, var ein meiriluti fyri at varðveita og seta pisshúsið í stand. Og ikki nokk við tað, tí meirilutin ynskti eisini, at tangagarðurin norðanfyri skal takast burtur, og at økið sunnanfyri pisshúsið verður ruddað og slættað.

Tað kom ikki fram á býráðsfundinum, hvør kostnaður stendst av omanfyrinevndu arbeiðum. 

Norðlýsið fylgir málinum. 

 

 

Býráðssamtykirnar frá fundinum í gjár síggjast her.