Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Pisur á Gøtusandi – floksmyndir

Miðnám á Kambsdali

24. juni var pisufundur á Gøtuasandi. Korona argaði, veðrið hótti, men løtan var góð. Røður, húgvur, glaðir ungdómar og frískar myndir

Eftir tilmæli frá heilsumyndugleikunum var luttøkan avmarkað fyri at sleppa undan smittuvanda. Allar pisurnar sluppu tó at vera saman til einu og somu hátíðarløtu.

Dagurin byrjaði við oysandi regni, og hann boðaði frá einum ringum æli seinnapartin. Skúrurin kom tó tíbetur í góðari tíð, og pisufundurin varð hildin á Sandinum.

Kristian Bøgesvang helt pisurøðuna fyri studentarnar, Hervør Pálsdóttir, løgtingskvinna, helt gestarøðuna, og sum altíð setti Fuglafjarðar hornorkestur sín serstaka dám á løtuna.

Kristfríð Tyril tók myndir.