Eysturoyar Fólkafloksfelag hevði 2. uppstillingarfund ígjárkvøldið. Á listanum er millum onnur Pól
Huus Sólstein, kendur vinnulívsmaður og til dagligt stjóri á North Pelagic.
Tá Pól Huus helt gestarøðuna á Landsfundinum hjá Fólkaflokkinum í Saltsiloini á Drelnesi í november í fjør, fanst hann hvassliga at fiskivinnupolitikkinum hjá sitandi samgongu. Hann hevur verið aktivur partur í fiskivinnukjakinum seinastu mongu árini.
Í gjárkvøldið kom fram, at hann er eitt av umboðunum á listanum hjá Eysturoyar Fólkafloksfelag til komandi løgtingsval.
Til dagligt er hann stjóri á North Pelagic, sum er søludeildin hjá Christian í Grótinum samtakinum í Klaksvík. Pól Huus Sólstein er føddur og uppvaksin í Klaksvík og býr í Syðrugøtu.
Listin er tó ikki endaligur



