Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Polarstjørnan sleipa heim av Íslandsmiðum á Klaksvík

Tíðindaskriv

Vørn skrivar: Seint fríggjakvøldið 10. Mars boðaði Polarstjørnan Vørn frá, at teir høvdu maskintrupulleikar og tørvaðu sleip til lands. Polarstjørnan var tá stødd undir eysturlandinum í Íslandi.

Brimil setti kós ímóti Íslandi og var frammi hjá Polarstjørnuni seint leygarkvøldið. Polarstjørnan var tá stødd 40 fjórðingar í ein landsynning úr Høfn.

Byrja var at sleipa ímóti Føroyum. Teinurin at sleipa var umleið 240 fjórðingar.

Brimil og Polarstjørnan komu á Klaksvík seint sunnukvøld.